Petur Djurhuus 90 ár

Mánadagin 16. februar fylti Hans Peter Djurhuus í Havn ella Petur Djurhuus, sum hann verður nevndur, 90 ár.

Fólk kring landið munnu komast við Petur, sum í nógv ár var skipasýnismaður og í arbeiðsørindum ferðaðist kring landið. Føðingardagin helt hann sunnudagin saman við familjuni. Ikki kann sigast annað, enn at familjan er stór, tí gestirnir í 90 ára føðingardegnum knappaðust um teir hundrað.
Petur er ættaður av Nesi í Vági. Foreldrini vóru Louisa og Hans Djurhuus. Tey áttu átta børn: Oscar, Emma, Sigrid, Petur, Helena, Håkon, Osla og Ruth. Oscar var skipsførari, og hann førdi í nógv ár Dronning Alexandrine. Umframt hann búsettust Emma, Sigrid og Helena niðri. Håkon búði í Vági, Osla í Havn og Ruth í Vági. Eftir á lívi eru Petur, Osla og Ruth.
Petur fór blaðungur til skips við City, sum Dias á Heyggi átti. Tað var har umborð, at hann fekk andaligu sannføringina, sum síðani hevur verið grundarlagið, sum Petur hevur hvílt á.
Hugurin stóð til bókina, men tað vóru ikki so góðar umstøður hjá familjum í tríati árunum at lata fleiri børn fara burtur at lesa. Men hugurin og viljin vóru til tað, og tað eydnaðist Peturi at læra og lesa. Fyrst lærdi hann til skipstimbrara á bedingini í Vági. Tá ið tað ikki var so nógv arbeiði á bedingini, smíðaðu og umvældu teir hús. Tá ið lærutíðin var liðug, fór Petur í 1938 til Danmarkar at læra til skipsverkfrøðing. Hetta var í Helsingør, har hann var øll krígsárini. Petur var fyrsti føroyingurin, ið leyk prógv sum skipsverkfrøðingur.
Eftir kríggið flutti Petur aftur til Vágs, har hann gjørdist bedingsmeistari. Í 1957 flutti hann til Havnar, tí hann hevði fingið starv hjá Skipasýninum, og hann var í tí starvinum, inntil hann sum 63 ára gamalur varð pensioneraður. Petur sýnaði eisini fyri Realin og Landsstýrið.
Í fríløtunum hevur Peturi dámað so sera væl at floti. Hann hevur verið nógv í Fjørðinum, og honum dámar væl at práta um tað, sum hoyrir sjólívinum til. Petur hevur lisið eina rúgvu í bundnum og óbundnum máli, og serliga Søren Kierkegaard hevur hann verið nógv upptikin av. At hendurnar hava verið góðar hevur sæst aftur á so mangan hátt. Hann hevur evnað brúkslutir og prýðislutir burturúr træi og eitt nú kopari, og hann hevur verið hentur hjá børnunum, tá ið okkurt hevur verið at gjørt bæði innandura og uttandura.
Petur var giftur við Elly Dam úr Havn. Hon doyði fyri trimum árum síðani. Børnini eru Jens Christian, Karin, Lis og Eyðvør. Genturnar búgva í Havnini, og Jens Christian býr í Nesvík.