Mikudagin 26. oktober andaðist Peter Christian Johannesen, vanliga nevndur Petur hjá Fritleif, í Havn, 79 ára gamal.
Petur var havnarmaður. Hann var elst av teimum 7 børnunum hjá Jacobinu, f. Christiansen, av Signabø, og Fritleif Johannesen í Havn. Fritleif var sonur Petur Christian Johannessen, vanliga nevndur Petur í Mattalág, í Havn, sum Petur varð uppkallaður eftir.
Tá Petur varð føddur, búðu foreldrini í Mattalág, men seinni fluttu tey heim í Klettaskot í Gongini, har tey búðu til 1949, tá tey fluttu yvir í Ovaru Lon.
Hini systkini hjá Peturi eru Karl, vanliga nevndur Floyti-Karl, sum flutti til Íslands í 1959, hann doyði í 1993, 66 ára gamal, Brynhild Rasmussen, Emmely Forná, sum doyði í august 2005, 74 ára gomul, Iris Petersen, Leivur Johannessen og Birgar Johannessen, øll í Havn.
Petur var sum ungur ein av spælarunum á 1. deild hjá B36, og var hann ein av trúføstu viðhaldsfólkunum hjá felagnum.
Petur hevði áhuga fyri bilum og meginpartin av lívi sínum, hevði hann bilkoyring sum sítt starv.
Hann koyrdi hýruvogn í Havn í 40- og 50-unum, hann koyrdi m.a. á bilstøðini hjá Hugo Øster og á Bilstøðini í J.C. Svabosgøtu. Eina tíð arbeiddi hann hjá S.H. Jacobsen Radiohandli, har hann m.a koyrdi fyri handilin. Hann arbeiddi eisini tvey ár í Danmark. Men arbeiðið sum bilførari hjá Havnar Timburhandli bleiv hansara lívsstarv. Har var hann í 31 ár. Petur koyrdi eisini í mong ár sum avloysari á bilstøðini Auto.
Petur var sera røkin, og fór væl um teir bilar og aðrar lutir, hann hevði ábyrgd av. Hann hevði eitt positivt sinni og var ógvuliga tónleikaáhugaður, var stillførur og gjørdi ikki nógvan háva burturúr sær sjálvum.
Petur giftist við Annu, f. Djurhuus, sum er ættað av Selatrað, men vaks upp á Eiði. Tey fingu trý børn: Brynja, sum býr í Skálavík, Gulbrit og Finnbogi, sum bæði búgva í Havn. Petur átti seks abbabørn og eitt langabbabarn.