Petur Alberg í Tilhaldinum

Í dag klokkan 15 fer Óli Jacobsen at greiða frá um Petur Alberg, manninum, sum gjørdi lagið til tjóðsangin. Tað verður klokkan 15 í dag, at Óli Jacobsen fer at greiða frá um Petur Alberg í Tilhaldinum, Tórsgøtu 21.

- Petur Alberg gjørdi lagið til tjóðsang okkara, men fá vita meira um hann. Petur var ein sera áhugaverdur persónur, sigur Óli Jacobsen, sum fer at greiða frá.

Tann 15. desember eru liðin 125 ár, síðan hann var føddur. Í hesum sambandi verður givin út bók um Petur Alberg, har søgan um tjóðsangin eisini er við.