Petur aftur til NSÍ

Nú Trúgvi Mortensen hevur gjørt av gevast sum venjari, hevur NSÍ leita sær hjálp hjá einum gomlum kenningi

Heimasíðan hjá NSÍ skrivar, at felagið nú hevur gjørt avtalu við Petur Mohr um at venja besta mansliðið komandi kappingarár.

Petur er ikki nakar nýggjur maður í felagnum, men hevur í trimum umførum áður vant besta mansliðið, so fyri fleiri, ella teir flestu, av leikarunum, verður talan so avgjørt ikki um nakra kollveltandi broyting.

Við NSÍ heimasíðuna sigur Petur, at hann sjálvandi hevur gjørt sær nakrar tankar um, hvussu hann ætlar sær at fara í holt við uppgávuna, men at hann tó ætlar sær at tosa nærri við spælararnar, áðrenn hann fer at úttala seg nærri um hetta.


Skal ganga skjótt

Petur hevur, tá hann fyrr hevur vant NSÍ, arbeitt nógv saman við teimum venjarum, sum hava verið seinnu árini, og tí kann ikki roknast við, at nakrar kollveltandi broytingar verða gjørdar í spælistílinum hjá liðnum.

Hetta merkir ivaleyst, at NSÍ eisini komandi árið fer at royna at spæla skjótan og ágangandi fótbólt, har roynt verður at koma skjótt fram til avslutningar, tá liðið hevur bóltin. Ein spælistílur, sum í øllum førum oddaliðini kunnu skriva undir uppá, er sera effektivur, tá lagið er hitt rætta.

Hinvegin verður tað helst eisini uppgávan hjá Peturi at fáa liðið at spæla meira roknandi fótbólt, soleiðis at úrtøkan móti á pappírinum veikaru liðunum eisini verður nóg góð. Júst hetta var fram um nakað annað tað, sum í fjør kostaði NSÍ møguleikan fyri at røkka europeiskum fótbólti.

Umframt at hann hevur verið venjari hjá NSÍ, hevur Petur eisini vant onnur føroysk lið. Úrslitaliga varð besta árið 1991, tá hann saman við KÍ vann FM-heitið. Hetta kappingarárið hevur hann verið venjari hjá ÍF, sum gjørdist nummar tvey í aðru deild.