Tey, sum hava keypt eitt ávíst slag av blikkamati, eiga at tveita matin burtur, ella lata blikkið inn aftur í Handilin. Tað boðar Heilsufrøðiliga Starvsstovan frá í morgun. Talan er um blikk við ”Beauvais Wienergryde” har blikkini viga 525 gramm. Hesi ítøkiligu blikkini, ávarað verður ímóti, eru gjørd tann 29. januar í 2013 og tey halda sær til í januar í 2018. Blikkini eru eisini seld í føroyskum handlum og orsøkin til, at tey verða afturkallað, er, at petti av metalli eru funnini nøkrum av blikkunum. Feilurin er hendur, tá ið maturin varð latin í blikkini. Tí eru hyggjuráðini at tveita hesi blikkini burtur, ella at lata tey aftur í handilin, haðani tey eru keypt, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan. |