Petsi Tvørfoss

Føroyska songkvinnan í Danmark fer at hava framførlsu til Planet Awards

Petsi Tvørfoss hevur verið ein virkin songkvinna í fleiri ár, men tað er serliga eftir, at hon tók lut í danska Grand Prixnum, at hon av álvara hevur verið eyðsýnd í føroyskum tónleiki. Petsi hevur búð í Danmark í nógv ár, men hon hevur framvegis nógv samband við Føroyar, og hon er javnan her og hevur framførslur.
Petsi hevur eina framúr góða rødd, og hon er kanska sterkast til tónleik, sum ikk júst er Grand Prix-tónleikurin. Henni dámar væl at syngja sangir, sum eru á tann jazzkenda bógvin, og hetta klæðir henni sera væl.