Petsi til Føroya við donskum bólki

Føroyska songkvinnan Petsi Tvørfoss kemur í næstum til Føroya at hava konsertir við sínum danska bólki Í døgunum frá 8. til 11. februar fáa føroyingar høvi at hoyra føroysku songkvinnuna Petsei Tvørfoss saman við Sofie Hejslet og bólkinum Homeland spæla tríggjar konsertir ? tær verða í Atlantis í Klaksvík, í Losjuni í Gøtu og í Norðurlandahúsinum.

 

Bólkurin Homeland er fyrst og fremst Sofia Hejslet, klaver og Petsi Tvørfoss, sang. Tær báðar hittust á Jysk Musikkonservatorium í 2004, har tær spældu eitt sindur saman. Seinni byrjaðu tær at skriva og komponera saman og hava gjørt tad síðani.

 

Í 2006 samlaðu tær fýra tónleikarar afturat, sum saman við teimum skuldu framføra teirra tónleik. Saman við hesum fýra hava Sofia og Petsi funnið ljóðið hjá Homeland, sum verður mett sum positivt pop/soul. Inspiratiónin kemur serliga frá rútmisku bakgrundini hjá Sofiu og føroysku bakgrundini hjá Petsi.

 

Umframt Petsi og Sofie er hesi við í Homeland: Rasmus Friis: Trummir, Morten Brøndlund: Bas, Jesper Westergaard: Guitar, Samuel Hejslet: Saxfon, kór og cajon. Tey ganga øll á Jysk Musikkonservatorium.

 

Homeland hevur havt fleiri konsertir í Danmark og tey gleða seg nú til at koma til Føroyar at spæla fyri fyrstu ferð

 

Konsertirnar í Føroyum verða í Atlantis í Klaksvík fríggjakvøldið 8. februar, í Losjuni í Gøtu leygarkvøldið 9. februar og í Klingruni í Norðurlandahúsinum sunnudagin 10. februar kl. 16. Umframt at halda konsertir fara tey eisini at hava fyrilestur í Virkishúsinum í Klaksvík um, hvussu tað er at ganga á musikkonservatorium.