Petsi og Sofia við nýggjari fløgu

Fimm sangir eru á nýggju EP-fløguni hjá bólkinum Homeland Bólkurin Homeland við Petsi Tvørfoss og Sofiu Hejslet hevur givið eina nýgga fløgu út. Talan er um EP-fløgu, sum eisini nevnist ?Homeland?. Fimm løg eru á fløguni. Tónleikarnir eru Samuel Hejslet, saxofon og percussion, Morten Brøndlund, bass, Jesper Westergaard, gittarar, Andreas Lund, akkustiskan gittar. Kórsangarar eru Iben Romme og Tuan Minh Hoang, sum eisini hevur lagt kórsangin til rættis. Petsi Tvørfoss hevur eitt ár eftir á musikkonservatoriinum í Århus. Sangur og sangfrálæra eru hennara fak, men Petsi ætlar kortini at satsa nógv uppá ?Homeland?, og fara tær undir eina konsertrøð í Danmark í næstum. Petsi vónar, at tær eisini kunnu leggja leiðina til Føroya, um ikki alt ov langa tíð. Fløgan fæst í Shell-støðini í Gøtudali. Til ber eisini at bíleggja fløguna á www.myspace.com/homelandspace. Fløgan kostar 50 kr.