Hon hevur starvast í útvið 36 ár á psykiatrisku deild og har seinastu mongu árini sum deildarsjúkrasystir.
Sostatt var hon blaðung og lutfalsliga nýútbúgvin, tá hon kom sær upp í tað upprunaliðið, sum knæsetti veruligt og varandi psykiatriskt virksemi í Føroyum.
Og um eitt kall, so hevur hon verið sera trúføst í sínum kalli og verið bert lítið burturfrá í sínum lívsyrki. Av undangonguliðnum frá fyrsta degi hugsi eg, at bert Petry nú er eftir , ella eisini er hon bara sjálv onnur eftir.
Seinastu mongu árini hevur Petry verið leiðari fyri psykiatrisku deild 6 (áður Pensionatið), sum mestsum burturav hevur verið varandi bústaður fyri langtíðar sálarsjúk fólk, og sum sostatt hevur verið teirra veruliga heim her á fold.
Og hóast óhóskandi og yvirhøvur kargar umstøður hevur Petry saman við síni manning megnað væl at fjálga og hugna um búfólkini og viðvirka væl í at veita sjúklingunum sum mest av viðgerð, umsorgan , fløva og lívsdygd undir verandi umstøðum.
Tað, sum vit onnur gjøgnum eitt heilt arbeiðslív saman við Petry, eisini minnast hana fyri, hevur verið hennara altíð fúsa, blíðliga og fyrikomandi háttarlag.
Á heimafrontinum hevur Petry eins og so mong onnur ikki bara verið spard, og eitt nú doyði maðurin í enn góðum árum, men sjálv vísir Petry at halda sær sjáldsama væl , er óskerd glaðlynt og fegnast um børn og ommubørn.
Góða Petry, hjartaliga tillukku og halt tú bara fram í sama lag, tí aldur sæst ikki á tær.
Ey Jo









