Petra og Kári hittu Eivind í India

Heilt av tilvild hittu hjúnini Petra og Kári Jespersen Eivind í Gongini niðri á Goa strondini í India, har tey vóru á eini charterferiu. Tey vitjaðu Eivind ein dag í hansara landsbýi, og herfyri hittust tey aftur til hansara framsýning í Smiðjuni í Lítluvík

Fyrr í vár fóru hjúnini Petra og Kári Jespersen og dóttirin, Elsa, eina charterferð til Goa-strondina í India. Har búði tey á einum góðum hotelli í millum milliónatals av ferðafólkum.
Tann eina dagin tey høvdu verið niðri á strondini, hittu tey ein kendan føroying mest sum av tilvild.
Petra greiðir frá, at meðan tey gingu í millum øll fólkini, sigur Kári, at Eivind í Gongini gongur har.
? Eg sigi tvætl við hann, tí hvørji eru sannlíkindini fyri at hitta hann har millum øll hasi fólkini, sigur Petra.
Men Kári helt upp á sítt og segði, at hansara gongulag líktist nógv føroyskum ? við hondunum aftur um bak. Kári rópti so einaferð, og hesin steðgaði og hugdi seg um. Tey settu ferðina upp og heilsaðu upp á hann.
Petra og Kári kendu ikki Eivind frammanundan uttan fyri hansara listarverk.
Rundferð við Eivind
Eivind í Gongini var bæði blíður og týður. Og hann beyð teimum heim til sín tann eina dagin. Eivind býr í einum lítlum landsbýi, har hvítur maður sjáldan setur sín fót. Ikki tí at fólkið ikki vil hava tey, men heldur tí at hesin lítli býur er ikki millum tey føstu støðini, har ferðafólk vanliga eru, tá tey vitja Goa-strondina.
Hann vísti teimum so runt har, og tey heilsaðu upp á fólkið. Síðani fór hann longur inn í landið við teimum, og har fingu tey sanniliga aðrar síður av India at síggja, enn lívið á Goa-strondini. Tey vitjaðu millum annað á einari Chasewnøtuplantasju, har tey sóu, hvussu saftin varð pressað úr fruktini og nýtt til vín ella brennivín, meðan nøtin sjálv varð nýtt til at eta.
? Nøtin verður bakað, áðrenn ein etur hana, og tað smakkaði avbera væl, sigur Petra.
Petra og Kári vóru sum sagt eisini í heimstaðnum hjá Eivindi í India, og har sóu tey fleiri av hansara málningum. Serliga ein festi seg í minni á teimum, og tey harmaðust um, at tey ikki høvdu keypt ein, tá tey vóru komin heimaftur.
Keyptu málning
Herfyri sóu tey so lýsing í bløðunum um, at Eivind hevur málningaframsýning í Smiðjuni. Tey gera av at fara at vitja framsýningina. Har hitta tey so á øðrum sinni í ár Eivind, og tey heilsaðust og prátaðu eina løtu.
Málningurin, sum teimum dámdi so væl, hekk uppi í Smiðjuni, og tey smekkaðu til og keyptu hann. Ein málningur við nøkrum oksum á.
Tey bæði fullu fyri honum, serliga orsakað av vøkru litunum. Men eisini tí at motivið var úr India, og tey høvdu roynt at koyra við einum oksavogni harniðri.
Seinni funnu tey so út av, at tað vóru oksar, sum Eivind eigur, sum vóru á málninginum.
Petra sigur, at tey eru sera fegin um málningin, sum tey neyvan høvdu átt, um tey ikki heilt av tilvild hittu Eivind í Gongini niðri á Goa-strondini fyrr í ár.
? Tað er nokk so stuttligt at kunna hitta ein føroying mitt í øllum rokilsinum av øllum fólkunum harniðri. Tað høvdu vit satt at siga ikki væntað, sigur Petra Jespersen at enda.