Petra gav monnunum ein hvøkk

Tað var fullkomin tøgn, tá ið Petra Iversen í Kvívík átti hægsta boð og fekk haruhagan Frammihaga, og so fóru øll at flenn

Leygardagin vóru haruhagarnir í Kvívík seldir, og um sama mundið vóru valevnini hjá Sambandsflokkinum á vitjan í Kvívík.
At skjóta harur er so at siga burturav eitt ítriv hjá monnum, men Petra Iversen, sum er valevni hjá Sambandsflokkinum og býr í Kvívík, fekk hug at bjóða upp á ein haga. Tað gjørdi hon mest til stuttleikar.
Men áðrenn hon visti av, fekk hon haruhagan Frammihaga, tí hon átti hægsta boð, sum var nakað yvir 6.000 krónur.
- Fyrst var pínlig tøgn, men so fóru øll at flenna. Tað var ordiliga stuttligt, sigur Petra Iversen.
Hagan sekdu hon víðari.
- Tað skuldi eg kanska ikki havt gjørt, tí aftaná søgdu nakrar kvinnur, at tað kundi verið stuttligt at havt haruhagan, sigur Petra Iversen.
- Hatta var rættiliga áhugavert og stuttligt. Hví skulu kvinnur ikki kunna skjóta harur? Tað kundi verið spennandi. Tað snýr seg jú ikki bara um at skjóta, tí tað er eisini sera sosialt at fara saman í hagan, sigur Rósa Samuelsen, sum eisini var við.
Tað endaði tó á hesum sinni við, at menn fóru við haganum.