Petra í Føroyum í apríl

Amerikanski bólkurin Petra, sum var í Føroyum í 1992, spælir í Mentanarhúsinum í Fuglafirði 19. apríl.

Nú koma Petra aftur til Føroya. Petra er rokkbólkur fram um aðrar. Og sum kristin rokkbólkur hava teir bara U2 og POD at kappast við. Tá teir vóru í Føroyum í 1992, vóru teir longu veteranar, men tá sum nú vóru teir við í frontinum. Tá var Petra eitt sera stórt navn. Ikki bara í USA og Føroyum. Vit hava ikki merkt so nógv til tað í Føroyum, men í USA eru teir aftur eitt stórt rokknavn. Nýggja fløgan varð grammynominerað, og mong halda hana vera millum teirra bestu. Bob Hartmann hevur ikki verið við á konsertum seinastu mongu árini, men nú er hann við aftur, og tað man gera sítt til, at teir hava fingið vind í seglini. Bob Hartman er Petra.
Bob Hartman stovnaði Petra. Hann spælir gittar og skrivar flestu sangirnar. Sum nakað spildurnýtt er eingin keyboardspælari við, og tí hevur gittarin ein annan og størri leiklut enn fyrr. Bob Hartmann hevur hvørki hárlongd ella vreiði til at vera tann idéelli rokkarin, men hann hevur so nógv annað. Hann er ein av teimum, sum hava verið við til at definera rokkgittaran, soleiðis sum hann verður brúktur í dag. Og hann hevur dugað sjáldsomu blandingina at skriva løg og tekstir á sera høgum støði.
Sangarin John Schlitt kom upp í Petra í 1986, so hann hevði verið við í seks ár, tá teir vóru her seinast. John Schlitt var aftur í Føroyum árið eftir, men tá var tað solo. Tað var sannur Petrafepur í Føroyum tá, og tað var minst líka nógv John Schlitt fyri at takka sum Bob Hartman. Tað letur til, at røddin hjá honum gevur eitt serligt afturljóð í føroyinginum.
Trummusláarin og bassisturin, sum spæla við nú, vóru ikki við, tá Petra vóru her seinast, men tað verður nógv reypað um, hvussu góðir teir eru. Teir eita Paul Simmons og Greg Bailey. Rokkur sum tann hjá Petra stendur og fellur við rútmuseksjónini, hóast fokus ofta er á gittara og sang. Petra hava spælt konsertir í USA í seinastuni, og allir fýra hava fingið framúr ummæli.
Petra hava givið nógvar góðar plátur út, síðan teir vóru her og spældu dagin fyri lagnudagin sætta oktobur 1992. Tá var Unseen Power nýggj. Sangir sum Who?s on the Lord?s Side og I Need to Hear from You hava fingið lív í bæði bein og hjørtu kring um í Føroyum. Unglingar á ungdómsmøti, fullir menn, fólk í svintu á flakavirkinum týsmorgnar. Petra spurdu ikki eftir, áðrenn teir fóru inn í sálina og mergin á føroyinginum.
Í hálvfemsunum kom ein fagnaðarfløga út við Petrasangum, sum onnur spældu. Kendasti bólkurin á tí fløguni er Sixpence, sum spæla The Road to Zion. Fløgan eitur Never Say Dinosaur. Tá høvdu Petra aldur til at vera sum dinosaurarnir: avgamlir og útdeyðir. Men Petra hava ongantíð verið gamlir, og teir hava ongantíð verið deyðir. Tað hava teir prógvað so ofta. Seinast við fløguni Jekyll & Hyde. Konsertferðin eitur Jekyll & Hyde World Tour, so vit kunnu rokna við at hoyra nakað av tí fløguni. Men Petra hava nógvar góðar sangir, sum teir vita, at vit ynskja at hoyra. Creed, All The King?s Horses, Back to the Street, Not of This World. Og hundrað aðrar.
Konsertin verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði 19. apríl. Atgongumerkini, sum skjótt fara til sølu, fara at kosta 200 krónur. 630 atgongumerki verða seld. Petra spæla bara fýra konsertir í Evropa á hesum sinni. At ein er í Føroyum man vera tekin um at teimum dámdi at vera her fyrru ferð.