Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur gjørt av, at tað verður Petra Johnsdóttir Joensen (myndin), sum skal stjórna nýggja, samanlagda stovninum, Almannastovan og Nærverkið.
Landsstýriskvinnan hevur í hesum føri fylgt tilmælinum hjá einum samdum setanarbólki, sum metti Petru Johnsdóttir Joensen vera rætta valið til nýggjan stjóra fyri Almannastovuna og Nærverkið.
Petra Johnsdóttir Joensen hevur drúgvar leiðsluroyndir, bæði í Føroyum og Danmark. Hon er 66 ára gomul og útbúgvin sum løgfrøðingur. Seinni hevur hon lokið prógv í Master of Public Policy á Roskilde Universitetscenter.
Stjórin á samanlagda stovninum hevur verið stjóri á Almannastovuni síðan 2000.
Petra Johnsdóttir Joensen tekur við starvinum beinanvegin.










