Nú verður aftur høvi hjá Føroyingum fara á konsert við kenda, kristna rokkbólkinum, Petra. Bólkurin hevur næstan 40 ár á baki og breyt upp úr nýggjum, tí um allan heim hevur hann verið ímyndin av progressivum kristnum rokktónleiki.
Bob Hartman var øll árini maðurin aftanfyi tónleikin og tekstirnar, gittarsnillingur sum fáur hevur hann skrivað bæði orð og løg á flest øllum løgunum, sum bólkurin framførdi. Tá bólkurin hevði konsert í Mentannarhúsinum í Fuglafirði í 2005 var Bob Hartman einasti upprunaligi limurin eftir í bólkinum.
Men stutt eftir boðaðu teir frá at Petra fór at gevast.
Men síðsta summar fóru leysasøgur at ganga um, at upprunaligu limirnir í bólkinum ætlaðu at finna saman aftur.
Og stutt eftir bórust tíðindi um eina nýggja fløgu og eina heimsumfatandi konsertferð við Petra, sum nú spælir undir navninum ?Classic Petra?.
Manningin er tann upprunaliga og nú koma teir so til Føroya at spæla á konsert, sum verður 29. Apríl klokkan 22 í Nebo á Toftum, sum er eitt tað best útgjørda í landinum, siga fyrireikararnir.










