Petra á Sambandslistan

Petra Iversen úr Kvívík er komin á sambandslistan til løgtingsvalið

Sambandsflokkurin skrivar á heimasíðu sínari, at 52 ára gamla Petra Iversen úr Kvívík verður eitt av valevnum floksins til løgtingsvalið.

 

Petra er virkin í politikki. Hon er kommunustýrislimur í Kvívíkar kommunu, nevndarlimur IRF og demokratia, umframt at hon er forkvinna í starvsnevndini hjá Sambandsflokkinum.