Petra 30 ára starvsdag

Í dag, hósdagin 10. mars, hevur Petra Frederiksberg, í Klaksvík, arbeitt í Heygabúðini í Klaksvík í 30 ár.

Harvið hevur hon verið í starvi í Heygabúðini í meiri enn helvtina av tíðini, sum Heygabúðin hevur verið til. Tað var síðst í fjørutinum, at Jógvan Højbro, sáli, fór undir handilsvirksemi á Heygum.
Tá ið Petra kom í Heygabúðina í 1975, var matvøruhandilin framvegis í hølunum, har gávubúðin nú er. Í 1982 varð flutt í bygningin, har matvøruhandilin síðani hevur verið.
Burtursæð frá Edith og Bjarta, sum er stjóri, hevur eingin verið í nánd av at arbeiða so leingi í Heygabúðini, sum Petra hevur gjørt. Hon er eitt álitisfólk. Kennir alt arbeiðið og øll viðskiftafólkini ógvuliga væl, og hon er høgra hond hjá stjóranum.
Petra, sum er fødd 18. september í 1956 og sostatt er 48 ára gomul, var smágenta, tá ið familjan flutti úr Funningsfirði og til Klaksvíkar at búgva. Foreldrini eru Ulla og Sven Hansen. Tær eru tvær systrar - Petra og Elma - sum báðar búgva í Klaksvík. Petra var liðug við skúlagongdina í Klaksvík í 1973, og síðani 10. mars í 1975 hevur hon arbeitt á sama staði, í Heygabúðini.
Petra er gift Erlandi Frederiksberg í Klaksvík, og tey eiga eitt hugnaligt heim í Torvgøtu. Anja er teirra eitt og alt. Hon býr í Danmark, og omman og abbin í Klaksvík fylgja væl við í, hvussu tær báðar abba- og ommudøturnar - Sára og Emma - trívast niðri.
Vit takka Petru fyri gott samstarv øll hesi árini og ynskja henni og hennara alt tað besta. Hósdagin millum klokkan 14 og 16 hevur Heygabúðin móttøku í sambandi við 30 ára starvsdagin hjá Petru Frederiksberg.Starvsfelagarnir