Petr Cech vil víðari

Sambært umboðsmanninum hjá Petr Cech, bendir alt á at málverjin skiftir felag í summar

Chelsea málverjin, Petr Cech, sum seinastu 11 árini hevur spælt við Chelsea, er nú á veg úr felagnum.

Petr Cech misti undan kappingarárinum í ár plássið í Chelsea málinum, til unga og evnaríka, Thibaut Courtouis.

 

Av tí at Petr Cech einans er 32 ára gamal, er hendan støðan ikki haldbar fyri tjekkiska málverjan, sum nú er á veg úr felagnum.

 

Umboðsmaðurin hjá Petr Cech sigur við bretskar miðlar.

 

-       Arsenal, Manchester United og Paris Saint Germain eru alt topp feløg, og Petr Cech ynskir at skifta til eitt av teimum feløgunum.

 

Sambært umboðsmanninum hjá Petr Cech, hevur Petr Cech eisini eina avtalu við Chelsea eigaran, Roman Abramovich, at felagið kann selja málverjan í summar. José Mourinho vil tó fegin halda uppá tjekkiska málverjan.