Petr Cech setti met í gjárakvøldið

Dugnaligi kekkiski málverjin hevur hildið málið reint í 170 Premier League dystum

Tá Arsenal í gjárakvøldið vann oddasessin í Premier League við einum 2-0 heimasigri á AFC Bournemouth kundi serliga málverjin hjá Arsenal, Petr Cech fegnast.

 

Petr Cech hevur nú hildið málið reint - "Clean Sheets" - í 170 Premier League dystum fyri Chelsea og Arsenal, sum er met í Premier League.

 

Gamla metið átti Liverpool legendan, David James, sum í 2013 spældi Europa League við ÍBV av Vestmannaoyggjunum ímóti HB. Gamla metið hjá David James var at halda málið reint í 169 dystum í Premier League fyri Liverpool, Aston Villa, West Ham United, Manchester City og Portsmouth, árini 1992-2010. Nummar trý á søguliga listanum er avstraliumaðurin, Mark Schwarzer við 152 dystum, har málið var hildið reint.

 

Farna kappingarár var Petr Cech fyri tað mesta eykamálverji hjá Chelsea. Hetta kappingarárið er 33 ára gamli kekkin, sum hevur spælt 350 Premier League dystir, blomstraður uppaftur, sum ein dygdargóður málverji. Reint mál í nærum øðrum hvørjum dysti í heimsins harðastu fótbóltsligu er eitt satt bragd. 

 

Málmanslegendan hjá Arsenal, David Seaman helt á sinni málið reint í 142 Premier League dystum. Peter Schmeichel er "bert" nummar 10 á søguliga Premier League listanum við 10 "Clean Sheets".

 

Tann longsta røðin við "Clean Sheets" hjá Petr Cech eru átta dystir á rað í Premier League, hetta var í kappingarárinum 2006-2007. Her er Manchester United legendan, Edwin van der Sar metmaður í Premier League við 14 "Clean Sheets" á rað, kappingarárið 2008-2009.