Peter Thaysen gevst í Føroyum

Eg eri vorðin hálvur føroyingur, so tað er við sorgblídni, at eg nú skjótt sigi farvæl við Føroyar, sigur Peter Thaysen.

Peter Thaysen, ið hevur verið sjefspolitiinspektørur í Føroyum seinastu fimm árini, fer nú úr starvi sínum.

- Eg var áramálssettur í trý ár, sum so varð longt við tveimum árum, so eg havi verið í Føroyum í fimm ár nú.

 

Sáttmálin fer úr gildi 31. januar 2015, og tá liggur leiðin til Danmarkar. Enn er tó ikki heilt greitt hvagar, tað fær hann at vita í desembur.

 

- Tað hevur verið sera spennandi at starvast her í Føroyum. Ein av høvuðsuppgávunum hevur verið at gjøgnumføra ta umskipan í Føroyum, sum danska løgreglan fór ígjøgnum í árunum 2007 til 2010. Hesa umskipanina hava vit nú framt í Føroyum seinastu fimm árini, sigur Peter Thaysen.

 

Hann sigur, at talan í stóran mun er um bygnaðarbroytingar, at skipa um og tillaga arbeiði hjá løgregluni.

- Eg haldi, at eg við einum ávísum stoltleika kann siga, at vit nú hava ført føroysku løgregluna inn í eitt nýtt ártúsund, sigur Peter Thaysen, sjefspolitiinspektørur.

 

- Tað er ein sunn, úrslitagóð og professionell løgregla, sum eg nú latið í hendurnar á mínum avloysara, sigur Peter Thaysen.

 

Hann sigur, at tað hevur verið ein stór uppliving at búgva í Føroyum, bæði persónliga og fakliga.

- Eg eri vorðin hálvur føroyingur, so tað er við sorgblídni, at eg nú skjótt sigi farvæl við Føroyar. Men við teimum nógvu vinunnum, sum vit hava fingið hesi árini, vit hava búð her, ivist eg ikki í, at eg fari at koma aftur til Føroya, so leingi eg havi styrkina at ferðast, sigur Peter Thaysen at enda.