Miðskeiðis í august mánaði fara hjúnini Anne-Lene og Peter O. K. Olofsen aftur til afrikanska landið Tanzania. Eftir at hava verið á málskúla í sjey vikur í høvuðsstaðnum Dar es Salaam fara tey víðari til Sumbawanga, har vesturi í landinum.
Her fer Peter at undirvísa á bíbliuskúlanum hjá Brøðrakirkjuni, meðan Anne-Lena verður hjálparfólk hjá barna- og kvinnuráðgevanum hjá kirkjuni.
Útsendingin av Olofson-hjúnunum verður fyriskipað av Kirkjuliga Missiónsfelagnum og verður í Klaksvík tann 10. august.
Túsund børn á summarlegur í Nesvík
Fyrstu summarlegurnar hjá Heimamissiónini eru nú byrjaðar. Í alt verða 10 legur og væntandi fara væl yvir túsund børn, juniorar, ung og vaksin á legu í summar, skrivar Trúboðin. Væl av tekningum eru eisini komið til familjuleguna, ið verður beint eftir ólavsøku. Sum nakað nýtt á legunum í ár, kunnu bæði børn og vaksin stuttleika sær á nýggjari hoppipútu, sum nú er komin í Nesvík. Høvi verður eisini at spæla nøkur nýggj spøl, tí nú er bæði flogbóltsnet, kurvabólt, tennisútgerð og annað komið til leguhúsið.