Morðdømdi danin Peter madsen er skuldsettur fyri í gjár flýggja úr Herstedvester Fængsel við hjálp frá einum ella fleiri kendum ella ókendum medbrotsmonnum.
Hann verður eisini skuldsettur fyri hóttan ímóti fongsulsstarvsfólkum og fangavørðum í sambandi við flýggjanina.
Tann 49 ára gamli lívstíðardømdi viðgongur seg sekan í øllum seks forholdum, upplýsir nýggi verjuadvokatur hansara, Anders Larsen, við Rættin í Glostrup í morgun.
Her verður Peter Madsen settur fram í grundlógaravhoyring eftir flýggjanina í gjár, har hann kláraði at vera ein fríur maður í nakrar fáar minuttir.
Klokkan 10.21 fekk løgreglan boð úr fongslinum, at Peter Madsen júst við hóttan var brotin úr fongslinum og var flýddur til gongu.
Fimm minuttir seinni – klokkan 10.26 – handtóku løgreglumenn flýdda fangan.
Peter Madsen situr lívstíðardóm, eftir at hann í 2017 misrøkti, drap og limaði sundir svensku tíðindakvinnuna Kim Wall í kavbáti sínum.
/ritzau/










