Sambært donsku løgregluni hevur kavbátabyggjarin, Peter Madsen, greitt frá, at svenska tíðindakvinnan, Kim Wall, doyði orsakað av kolsúrnieitran, meðan hann sjálvur var staddur á dekkinum á kavbátinum.
Men, hesa frágreiðing, sum løgreglan kunngjørdi í tíðindaskrivi mánadagin, kallar verjin hjá Peter Madsen, Betina Hald Engmark, beinleiðis skeiva.
- Mín klientur hevur greitt frá, at undirtrýst var í kavbátinum, og har var nógv útstoytsgass, harav ein partur kann hava verið kolsúrni. Men, hann sigur ikki, at hetta var orsøkin til deyðan. Peter Madsen hevur hinvegin sagt, at hann ikki veit deyðsorsøkina, sigur verjin við danska blaðið BT.
Sambært Betinu Hald Engmark hevur hon sent spurningar til løgregluna og ákæran fyri at fáa eina frágreiðing um tíðindaskrivið mánadagin, men haðani hevur hon einki svar fingið, og tí er hon sjálv farin í miðlarnar.
- Eg havi sagt við ákæran, at eg helt tað vera óhóskandi, sum sagt er í tíðindaskrivinum til miðlarnar, at Kim Wall sambært Peteri Madsen doyði av kolsúrnieitran.
Mánadagin segði løgreglan eisini í tíðindaskrivinum, at Peter Madsen hevur viðgingið, at tað var hann, sum eftirfylgjandi stykkjaði sundur líkiða av Kim Wall og kastaði likamslutirnar í havið.
- Eg kann vátta, at Peter Madsen hevur verið til enduravhoyringar, og at hann viðgongur skuldsetingina um ósømiliga viðferð av líkinum. Men, eg vil ikki út í smálutir við hesum, sigur Betina Hald Engmark.
Verjin hjá Peteri Madsen hevur verið opin fyr miðlunum, men soleiðis verður tað eftir øllum at døma ikki frameftir.
- Tað hevur alla tíðina verið áhugin hjá mínum klienti at úttala seg opið. Men, tað er serliga mín uppfatan, at hetta mál í miðlunum er byrjað at líkjast einari rættarsak, og tað er ikki meiningin. Vit hava eina rættarskipan, har mál skulu metast í rættinum, staðfestir verjin.
Betina Hald Engmark sigur, at hon framhaldandi hevur tætt samband við klientin, Peter Madsen, men hon hevur ikki dagligt samband við hann longur.
Ákærin hjá Københavns Politi, Jakob Buch-Jepsen, sigur seg onga viðmerking hava í miðlunum til tað, sum verjin, Betina Hald Engmark, førir fram um tíðindaskrivið mánadagin.










