Ein 18 ára gamal fangi er skuldsettur fyri at hava lopið á 47 gamal dana Peter Madsen. Tað skrivar Ritzau tíðindastovan í dag.
Tað var í Storstrøm fongsli, at Peter Madsen, ið fyrr í ár bleiv dømdur lívlangt fongsul fyri at hava dripið svenska journalistin Kim Wall, bleiv álopin av samfanganum.
- Eg kann vátta, at hann mikudagin bleiv álopin. Eftir umstøðunum hevur hann tað gott. Málið verður kannað av løgregluni, skrivar Betina Hald Engmark, advokatur hjá Peter Madsen, í sms til Ritzau.
Kim Kliver, politiinspektørur, upplýsir fyri DR, at ein fangi er sligin í høvdið og at 18 ára gamli fangin verður skuldsettur fyri harðskap.
Fríggjadagin er tað eitt ár síðan, at Peter Madsen og Kim Wall sigldu út í Oyrarsund við kavbátinum Nautilus. Ein ferð, ið endaði við, at Peter Madsen píndi og drap tíðindakvinnuna fyri síðan at lima hennara lík sundur.