Í dag klokkan 13 lokala tíð fellur dómur í býarrættinum í Keypmannahavn í sonevnda kavbátamálinum móti Peter Madsen. Fyri 47 ára gamla uppfinnaran verður dómurin avgerandi fyri hansara framtíð í nógv ár fram. Teoretiskt sæð kann Peter Madsen, sum hesin dagurin gongur, gerast ein fríur maður, um rætturin fríkennur mannin fyri kynsliga skamfaring og drápið á svensku tíðindakvinnuna, Kim Wall.
Tað var tíðliga um kvøldið hin 10. august í fjør, at tey bæði fóru út í Oyrasund at sigla í heimabygda kavbátinum, UC3 Nautilus. Peter Madsen hevur viðgingið seg sekan í at hava stykkjað sundur líkið av Kim Wall, sum hann sigur doyði av útstoytsgassi. Hinvegi noktar kavbátabyggjarin seg sekan í álvarsligu ákærunum, sum snúga seg um kynsliga skamfaring og dráp.
Líkamikið, hvør dómurin verður í dag, verður roknað við, at avgerðin í býarrættinum í Keypmannahavn verður kærd til Eystara Landsrætt.
Rættarkønir í Danmark siga, at møguleikarnir í dóminum eru fýra.
Peter Madsen kann verða fríkendur fyri kynsliga skamfaring og dráp. Um so verður, kann hann dømast seks mánaðir í fongsul fyri ósømiliga viðferð av líki. Men, tá hann longu hevur sitið varðhaldsfongslaður síðan hin 11. august í fjør, kann tað gerast trupult hjá ákærumyndugleikanum at grundgeva fyri, at Peter Madsen ikki skal leyslatast, áðrenn eitt møguligt kærumál kemur fyri í Eystara Landsrætti.
Aðrir møguleikar í dag eru, at Peter Madsen verður dømdur sekur og tíðaravmarkaða fongsulsrevsing á 12 ár - og alt eftir ítøkiligu umstøðunum, tá brotsgerðin er framd, kann dómurin eisini gerast 16 ár.
Ein triði møguleiki er, at kavbátabyggjarin fær lívstíðardóm, og tá veit hann ikki, nær hann kann leyslatast aftur. Við lívstíðardómi skal talan vera um meira enn eitt “vanligt” dráp. Ákærin hevur ført fram í málinum móti Peter Madsen, at Kim Wall varð bundin í kavbátinum og grovliga sexmyrd, sum tað verður sagt. Í slíkum føri kann talan gerast um lívstíðardóm.
Í miðal verður ein lívstíðarfangi leyslatin eftir at hava sitið í umleið 16 ár, men viðkomandi kann gera sær vónir um royndarleyslating eftir 12 árum. Ein avgerð um royndarleyslating verður tikin av Kriminalforsorgini eftir tilmæli frá tí fongsli, har hin dømdi situr. Verður sýtt fyri leyslating eftir 12 árum, kann hin dømdi fara í rættin, tá 14 ár eru liðin.
Tað eru tó eisini lívstíðarfangar, sum sita í nógv ár, og í løtuni sita 25 fólk í Danmark lívstíðardóm.
Ákærin í kavbátamálinm, Jakob Buch-Jepsen, hevur gjørt greitt, at Peter Madsen skal fongslast upp á óbestemta tíð - antin við lívstíðardómi ella forvaring, sum tað verður rópt á dómsmáli, og sum er hin fjórði og seinast nevndi møguleikin, nú dómur fellur í dag.