- At gifta meg við Peter Lundin, er tað býttasta eg nakrantíð í lívinum havi gjørt, sigur unga havnargentan Mariann Poulsen við Portalin Vit hava nú prátað við 24 ára gomlu havnargentuna Mariann Poulsen, kona danska hópdrápsmanninum Peter Lundin. Hon er bæði kedd og ørkymlað, nú hon er vorðin stóra samrøðuevni bæði her heima og niðri í Danmark, har stór herlið av myndafólkum trokast uttan fyri íbúð hennara.
- At gifta meg við Peter Lundin er tað býttasta eg nakrantíð í lívinum havi gjørt. Eg havi biðið Peter Lundin um hjúnaskilnað, og nú komi eg heim til Føroyar fyri at fáa frið og vera saman við mínum nærmastu, sum eg havi svikið so illa, sigur Mariann Poulsen, sum lærdi kenda hópdrápsmannin Peter Lundin at kenna longu sum 15 ára gomul, tá ið hon skrivaði til hansara fyrstu fer.
Í klørnar á psykopati
- Eg havi verið í klørnum á einum psykopati, og nústani gongur tað upp fyri mær, hvat hetta er fyri nakað. Síðstu tíðina havi eg verið sum ein fluga í einum lokkaneti, ið eg ikki havi kunnað slitið meg leysa úr, sigur Mariann Poulsen, sum vil vera við, at hon varð lumpað inn í hjúnalagið við Lundin.
- Kanska ljóði eg naiv. Men fólk ana ikki, hvussu tað er at koma í klørnar á einum slíkum persóni, sigur hon.
- Eg vil skiljast, tí hetta er ikki eitt lív at bjóða fimm ára gomlu dóttrini. Nú komi eg heim eftir henni, og síðani er ætlanin at fara niður aftur, sigur Mariann Poulsen. Dóttirin er í løtuni hjá pápa sínum, men Mariann Poulsen hevur fullan foreldramyndugleika yvir henni.
Ótrúskapur ikki orsøkin
Mariann Poulsen sigur eisini við Portalin, at orsøkin til skilnaðin er ikki, at Peter Lundin hevur verið ótrúgvur. Tað hevur annars verið at hoyrt í donskum miðlum seinastu dagarnar, at hann skal hava gjørt eina aðra kvinnu við barn.
- Eg kenni hasa gentuna, sum sigur seg vera við barn við honum. Men gjøgnum fongslið veit eg, at hon hevur ongantíð verið inni hjá honum. Harafturímóti hevur hann svikið meg við eks-damu sínari, sum nú vísir seg ikki at vera nøkur eks-dama, men elskarinna hansara, sigur ein ørkymlað Mariann Poulsen við Portalin.
Fer at skriva bók
- Tað ringasta er, at eg havi svikið øll tey heima í Føroyum, sum eru góð við meg. Serliga mammu mína, sum er djúpt ólukkulig, og pápa dóttrina, sigur Mariann. Poulsen, sum nú ynskir sær eitt vanligt lív.
Eisini ætlar hon at skriva eina bók um tað, sum hon hevur upplivað: Um brævasamskiftið við Lundin, sum hevur staðið á, síðan hon var bert 15 ára gomul, um forholdið við Lundin, og um miðlarnar, sum hava jagstrað og logið um hana seinastu tíðina.
Ekstra Bladet roksar
Vit enda fyribils prátið við Mariann við at spyrja hana, hví danska Ekstra Bladet siterar hana fyri at siga, at føroyingar hava smáar svartar og hvítar maskottar av Peter Lundin standandi frammi.
- Tað veit Gud, eg ani ikki, hvat tey meina við. Hatta havi eg ongantíð sagt, sigur hon.
Les alla søguna í morgin
Mariann Poulsen hevur valt at standa fram við søgu sínari, tí hetta hevur føroyski advokaturin, Jógvan Páll Lassen, mælt henni til.
- Her er so nógv rok rundan um hana nú, at tað einasta rætta er at tosa opið um alt. So nýtast fólk ikki at gita og fritta hana. So kann hon koma heim at fáa frið og halda heystferiu nú, sigur Jógvan Páll Lassen við Portalin.
Danska sjónvarpsstøðin TV2 hevur prát við Mariann Poulsen í kvøld, og í Sosialinum í morgin verður drúgvari samrøða við ungu havnarkvinnuna, sum kom so illa fyri á flatlondum.