Tann morðdømdi Peter Lundin, sum eitt skifti var giftur føroysku Mariann Poulsen, er giftur aftur í Herstedvester-fongslinum. Ekstrablaðið skrivar, at Peter Lundin, sum nú eitur Bjarne Skounborg, giftist fyrrapartin í gjár, og at konan er tann 26 ára gamla Betinna, sum hann hevur kent í fleiri ár.
Hetta er triðja hjúnarlagið hjá Peter Lundin. Í oktober í 2008 giftust hann og Mariann Poulsen úr Havn, men hon gjørdi rættiliga skjótt av at skilja seg frá honum.
Peter Lundin er dømdur fyri at hava dripið unnustu sína Marianne Pedersen og bæði børn hennara, sum vóru 12 og 10 ára gomul. Hann skar líkini sundur. Tað var í 2000. Frammanundan hevði hann gjørt av við mammu sína. Tað hendi í USA.