In.fo hittir Peter Krogh meðan hann situr umborð á flogfarinum í Vágum. Tað hevur verið ein hektiskur dagur fyri føroyska landsliðskeikaran, tí hann fór í skundi heim at pakka taskuna, og so aftur á sjúkrahúsið, har unnustan, Guðrun, fyrr í dag føddi eina lítla gentu.
-Hetta er størsta kenslan í lívinum. Gleðin er so ovurstór at tað kann ikki lýsast við orðum, sigur Peter Krogh, áðrenn hann leggur afturat, at hann eisini fegnast um at hann fær møguleikan at spæla landsdystin í morgin.
Nú snýr tað seg um at venda sjóneykuna aftur á hondbóltin.
-Tað er eingin ivi um, at mítt fokus hevur verið burtur frá hondbóltinum seinastu dagarnar. Men nú siti eg í flogfarinum og havi hálvanannan tíma at royna at hugsa um hondbólt aftur, sigur sterki bakkurin og nýblivni pápin, ið væntar at hann fer at kunna savna seg um hondbóltin í morgin.
Peter Krogh legst afturat hópinum í kvøld. Í løtuni er landsliðið í Skjern fyri at síggja høllina enn einaferð áðrenn hugni verður á skránni.
Landsdysturin Føroyar-Danmark byrjar klokkan 15.10 leygardagin.
FM1 sigur beinleiðis frá dystinum