Petur F. er kendur frá starvi sínum sum stjóri á Dimmalætting. Hetta starv røkti hann frá 1947 til 1999. Hann var tiltikin vandin í peningamálum, og tað ljóðaði, at tá Dimmalætting bygdi nýggja, stásiliga húsið á Smyrilsvegi var so væl húsað, at neyðugt var ikki at taka lán.
Petur F. var sonur Vestinu og Peter F. Christiansen. Hann hevði realprógv og handilsskúlaútbúgving. Áðrenn hann fór á Dimmalætting var hann í Landshandlinum, sum Løgtingið stovnaði í 1939 við tí endamáli at hava vørur á goymslu. Har starvaðist Petur F til hann fór á Dimmalætting í 1947. Nøkur ár seinni varð Landshandilin tikin av.
Peter F er eisini vælkendur úr politikki, bæði kommunalum og landspolitikki. Hann hevur verið býráðslimur í Havn 1965-70 og 76-84, og hann var býráðsformaður 1968-69.
Hann varð valdur inn á ting fyri Sambandsflokkin í Suðurstreymoy í 1966 og var tingmaður eitt valskeið. Í 1970 gjørdist hann landsstýrismaður og røkti hetta starv til januar 1975.
Peter F. giftist við Paulu Solveig, f. Abrahamsen, ættað av Strondum. Tey eiga trý børn: Peter, sum býr í Keypmannahavn, John, sum býr í Havn, og Guðrið, sum býr í Keypmannahavn.
Peter F. fer til jarðar úr Havnar kirkju týsdagin klokkan 13.