Peter F. Christiansen 80

Mánadagin 22. september fyllir Peter Ferdinand Christiansen í Havn 80 ár.

Peter F, sum hann verður nevndur millum manna, er havnarmaður, sonur Vestinu og Peter F. Christiansen.
Peter F hevur realprógv og handilsskúlaútbúgving. Hansara lívsstarv hevur verið stjórasessurin á Dimmalætting. Hann starvaðist tó fyrst í Landshandlinum, sum Løgtingið stovnaði í 1939 við tí endamáli at hava vørur á goymslu í krígstíð. Peter F starvaðist í hesum handlinum frá 1941 til 1947. Nøkur ár seinni varð handilin tikin av.
Í 1947 tók Peter F við sum stjóri á Dimmalætting, og tað starvið røkti hann líka til 1999. Hann var sera vandin í peningamálum, og tað hevur ljóðað, at tá Dimmalætting bygdi tað nýggja, stásiliga húsið á Smyrilsvegi var so væl húsað, at neyðugt var ikki at taka lán.
Peter F er eisini vælkendur úr politikki, bæði kommunalum og lands. Hann hevur verið býráðslimur í Havn 1965-70 og 76-84, og hann var býráðsformaður 1968-69.
Hann varð valdur inn á ting fyri Sambandsflokkin í Suðurstreymoy í 1966 og var tingmaður eitt valskeið. Í 1970 gjørdist hann landsstýrismaður og røkti hetta starv til januar 1975.
Peter F giftist við Paulu Solveig, f. Abrahamsen, ættað av Strondum. Tey eiga trý børn: Peter, sum býr í Keypmannahavn, John, sum býr í Havn, og Guðrið, sum býr í Keypmannahavn