36 ára gamli áleyparin hjá Stoke City, Peter Crouch er framvegis knáur. Tað prógvaði hann tá Stoke City og Leicester City í dysti í Premier League leiktu javnleik 2-2.
Umframt at tryggja Stoke City eitt stig í heimadystinum ímóti Leicester City í heimadystinum, har Peter Crouch kom á vøllin tá 20 minuttir vóru eftir, og skoraði málið til 2-2, so hevur Peter Crouch eisini sett tvey nýggj met.
Talan var um 142. ferð, at Peter Crouch verður skiftur inn á vøllin í einum Premier League dysti, og er talan um met í Premier League søguni.
Haraftrat javnaði Peter Crouch eitt annað met. Hansara mál til 2-2 ímóti Leicester City í dag er hansara mál nummar 43 fyri Stoke City í Premier League. Peter Crouch deilir nú metið saman við Jonathan Walters, sum tann mest skorandi spælarin hjá Stoke City í Premier League søguni.
Málið hjá Peter Crouch í dag var hansara mál nummar 15 sum innskiftur spælari í Premier League. Bara fýra innskiftir spælarar hava skorað fleiri mál í Premier League søguni. Teir eru Jermaine Defoe við 23 málum, og Ole Gunnar Solskjær og Nwankwo Kanu við 17 málum hvør.
Peter Crouch hevur higartil skorað trý mál fyri Stoke City í Premier League hetta kappingarárið. Í øllum trimum dystunum hann hevur skorað hetta kappingarárið er hann skiftur inn á vøllin í seinna hálvleiki.