Peter Brixtofte deyður

Kendi borgarstjórin í Farum, sum endaði aftan rimar, er deyður.

Peter Brixtofte er deyður, 66 ára gamal.

 

Hann var fólkatingslimur fyri Venstre nøkur ár, men tað var sum borgarstjóri í Farum, sum hann gjørdist í 1986, at hann gjørdi vart við seg.

 

Hann skipaði fyri mongum tilboðum til eldri borgarar, og skipaði eisini ymsar integratiónsætlanir.

 

Men alt fekk ein enda í 2002, tá tað kom fram, at Brixtofte hevði handlað uttan heimmild í fleiri førum, og í ovurmát hevði hann etið væl á matstovum og fingið dýrt vín afturvið - alt fyri rokning skattaborgarans.

 

Alt hetta var tó partur av ákærum, ið eisini snúðu seg um vinatænastur og lán í milliónflokkinum, ið ikki væl toldu dagsins ljós.

 

Brixtofte sat tvey ár í Horserød Statsfængsel.