Amerikanska sjónvarpið NBC News kunngjørdi fyrradagin, at Peter Arnett arbeiðir ikki har longur.
Undir Flógvakrígnum í 1991 var Peter Arnett í Bagdad, haðani hann í beinleiðis sendingum greiddi frá, at tey sera beinraknu amerikansku vápnini beindu fyri fleiri hundrað sivilum irakum. Hetta arbeiðið fekk hann seinni virðisløn fyri.
Eisini hesaferð hevur tann kendi tíðindamaðurin leitað sær til Bagdad, og tað er ikki fallið í góða jørð allastaðni í USA. Í 1991 vildi táverandi Bush-stjórnin vera við, at Peter Arnett hevði latið seg misnýta í propagandaátøkum hjá Saddam Hussein, og nú hevur hann aftur verið fyri atfinningum.
Um vikuskiftið hevði irakska sjónvarpið samrøðu við Peter Arnett, og tað var har, at hann segði amerikansku krígsætlanina í Irak vera miseydnaða.
- Tann fyrsta krígsætlanin miseydnaðist, tí irakar gjørdu mótstøðu, so nú roynir USA at leggja eina nýggja ætlan, segði tíðindamaðurin við irakska sjónvarpið. Og hann helt fram:
- Tað er heilt greitt, at amerikanararnir mistóku seg, tá teir mettu um tey iraksku mótstøðuevnini. Sjálvur skilji eg tað ikki. Eg havi verið her fleiri ferðir, og í sjónvarpinum havi eg greitt amerikanarunum frá irakska stríðsviljanum. Men Bush-stjórnin lurtaði ikki eftir mær ella øðrum, sum høvdu somu uppfatan sum eg.
Í samrøðuni við irakska sjónvarpið segði Peter Arnett eisini, at alt fleiri amerikanarar eru ímóiti krígnum í Irak, og at hetta kemst av teirri hørðu iraksku mótstøðuni, og tí at fleiri amerikanskir hermenn eru deyðir í krígnum.
Honum nýttist ikki at bíða leingi eftir teirri fyrstu viðmerkingini úr Washington.
- Hann ánar ikki, hvat hann tosar um. Hann hevur ongantíð lagt eina krígsætlan. Hansara metingar eru illgrunasamar, segði ein ónevndur tænastumaður í Hvítu Húsunum. Aðrir tóku somu støðu. Eitt nú helt blaðstjórin á tí konservativa National Review, Rich Lowry, lítið um orðini hjá Peter Arnett.
- Tað er ótrúligt, at hann skal koma sær at siga slíkt í einum Gestapo-riknum sjónvarpi, segði Lowry.
Sunnudagin vísti NBC øllum atfinningunum aftur, men mánadagin boðaði sjónvarpsstøðin frá, at Peter Arnett hevði havt sína seinastu frásøgn hjá teimum.