Eirindaleysi dómarin í Talent sjónvarpskappingini kemur til Føroya at verða við í nýggjari sending hjá Rás2 næsta vikuskiftið Um eina viku fer Rás2 undir nýggja og stórsligna sendirøð, ið verður send beinleiðis av Hvonn í Havn.
Sendingin, sum hevur fingið navnið Hvonn Live, bjóðar ein litríka bukett av undirhaldi, práti, skemti, livandi tónleiki, kjaki og hugleiðingum. Ætlanin er at senda nakrar sendingar av Hvonn næstu mánaðirnar.
Í fyrstu sendingini verður ein av gestunum Peter Aalbæk Jensen, sum er filmsframleiðari, men helst er líka kendur sum tann avgjørdi dómarin í sjónvarpskappingini Talent.
Onnur, sum verða við í sendingini næsta fríggjadag, eru Hans Fróði Hansen, Durita Christophersen og Ragnar Finnsson, sum fer at spæla live á Hvonn.
Lagt verður eisini upp til, at lurtararnir kunnu verða við í sendingini á Hvonn ? bæði við at møta upp og spyrja spurningar, og við at senda sms og teldubrøv til sendingina.