Peter Aalbæk skal yvirvinnast

Ragnar Finsson hevur vant nógv undan finaluni í Talent, og hann ætlar sær at vinna á Peter Aalbæk í kvøld - Eg havi vant og vant og vant, og nú eri eg klárur til finaluna.

 

Tað segði Ragnar Finsson tveir tímar undan finaluni í Talent í kvøld.

 

Hvussu verður at standa andlit til andlit við Peter Aalbæk aftur?

 

- Hann skal bara yvirvinnast.

 

Hevur tú ein møguleika at vinna?

 

- Tað er ilt at siga. Eg havi ein kjans, men eg haldi, at eg havi ikki so góðar odds. Og eg verði ikki keddur, um eg ikki vinna. Eg eri sera glaður fyri at verða komin so langt, og eg havi longu fingið nógv burtur úr kappingini.