Peter Aalbæk er lendur

Peter Aalbæk Jensen er komin til Føroya og verður við í sendingini Hvonn Live, sum verður send á Rás2 í dag klokkan 16.00 Peter Aalbæk skuldi koma til landið í gjárkvøldið, men flogfarið fekk ikki sett seg og fór tí til Íslands.

Har hava Aalbæk og hini ferðafólkini gist í nátt, og nakað fyri klokkan 14 fóru tey á flog úr Egilsstøðum. Flogfarið lendi í Vágum klokkan 15.00, og harvið kann Peter Aalbæk verða við í sendingini Hvonn Live í dag.

Fólk hava høvi at seta Aalbæk spurningar við at koma á Hvonn og bjóða seg fram, ella við at senda teldupost til hvonn@ras2.fo.