Kendi danski dj´arin, Pete Fox, vitjar í Føroyum um vikuskiftið. Hetta er fyrstu ferð, at Fox undirheldur við sínum tónleiki í Føroyum.
Veruliga navnið hjá manninum handan Pete Fox er Peter Rank Schrøder, sum er uppvaksin í Brønderslev í Norðurjyllandi. Hann gjørdi av álvara vart við seg fyri nøkrum árum síðani, tá hann var dj undir navninum Crapman og framførdi eitt nú saman við Tiesto.
Fyrst í seinasta ári valdi hann at ganga nýggjar leiðir við tónleikinum og broytti listarnavn til Pete Fox.
Fyrsta staklagið frá Fox, Stjernetegn, kom út í mars mánaði í ár. Sangurin, sum verður sungin av Joey Moe og Jeanette Zeniia, bleiv alt fyri eitt eitt stórt hitt og verður ivaleyst eisini at hoyra, tá Pete Fox framførir á dansistaðnum Rex fríggjakvøldið og leygarkvøldið.