Pete Doherty ársins hetja

Rokkblaðið NME hevur vágað at blivið ákært fyri at góðtaka rúsevnamisnýtslu, tá blaðið skýrdi Pete Doherty til ársins hetju.

Sangarin fekk virðislønina til árligu virðislønahandanina hjá blaðnum, har lesararnar avgera, hvør vinnur ymsu heitini. Artic Monkeys staðfestu samstundis enn einaferð, at teir í løtuni eru mest heiðraði bólkurin í Bretlandi, við at teir hetta kvøldið vunnu tríggjar virðislønir.

 

28 ára gamli Pete Doherty, ið varð nevndur ?cool icon? av rokkblaðnum, hevur verið ígjøgnum rúsevnisavvenjing fyri bæði crack og heroin síðstu árini. Blaðið NME heldur kanska orsøkina fyri, at hann varð valdur at fáa hendan heiðurin er, at lesararnar vilja geva Pete eitt herðaklapp fyri royndina at vinna á rúsevnismisnýtsluni. Bólkurin hjá honum, Babyshambles, hevur megnað at givið eina fløgu út, og sangarin skal hava ráðgivið Amy Winehouse við hennara rúsevnistrupulleikum.