Pete Bethune til Føroya í næstu viku

Umhvørvisverndarstríðsmaðurin Pete Bethune kemur væntandi til Føroya í næstu viku.

Pete Bethune, sum vitjaði í Føroyum í vár at kanna umstøðurnar, skrivar á síni Facebook-síðu, at hann gleðir seg at koma til Føroya í næstu viku.

Pete Bethune er fyrrverandi høgra hond hjá Paul Watson og Sea Sheapard. Hann sat í varðhaldi í Japan, skuldsettur fyri at rent á ein japanskan hvalabát í Suðurhavinum

Men Pete Bethune og Paul Watson eru ikki væl longur, og Pete Bethune hevur stovnað sín egna felagsskap, ið nevnist Earthrace Conservation Organization, sum stríðist millum annað móti grindadrápi.

Á Føroyaferðini í vár lovaði Pete Bethune, at hann ikki ætlaði at gera ónáðir í Føroyum - men hann visti um aðrar djóraverndarfelagsskapir, sum koma til Føroya í summar, har ørindini neyvan eru eins friðarlig.