Fregnartænastan hjá donsku løgregluni avsannar í morgun, at tænastan hevði eftirlit við sosialdemokratiska fólkatingsmanninum Henrik Sass Larsen og lurtaði eftir telefonum hansara, soleiðis sum TV2 vildi vera við í gjár.
-Upplýsingarnar í TV2 um, at PET hevði eftirlit við ella avlurtaði Henrik Sass Larsen, eru ikki rættar, og vit hava heldur ikki havt grundarlag fyri slíkum, sigur PET-stjórin, Jakob Scharf, við Ritzau í morgun.
TV2 segði frá sínum keldum í gjár, at PET hevði eftirlit við og lurtaði eftir øllum telefonsamskiftinum hjá Henrik Sass Larsen í tveir mánaðir, tí hann hevði havt samband við ein rockara í Køge. Tað fekk fyrrverandi PET-stjóran Hans Jørgen Bonnichsen at mæla tingmanninum til at fara heilt upp í Hægstarætt við málinum.
Sjálvur bað Henrik Sass Larsen PET leggja allar upplýsingarnar í málinum fyri almenningin, men nú hevur PET so avsannað, at tænastan hevur havt eftirlit við honum ella lurtað eftir hansara telefonsamskifti.