Perspektiv - Live í Leikalund

Leygarkvøldið klokkan 19.00 var beinleiðis kjaksending úr Spaniastovu í Klaksvík, har evnið var: Bústaðarmarknaður fyri øll. Tað vóru tey bæði, Gunnar Nolsøe og Elin Winther Poulsen, sum hvødu lagt sendingina til rættis. Í panelinum sótu, Tummas Eliasen, stjóri á Lív, Herman Oskarsson, stjóri á Hagstovu Føroya, Albert Isfeld, arkitektur, Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík, Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum og Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum.

Sendingin vardi í smáar tveír tímar, so komið var vítt umkring. Ofta varð fallið afturá, at lóggávan má broytast, so t.d. Húsalánsgrunnurin kann veita lagaligari lán og annars kundi virka á fleiri økum.

Dømi vóru víst úr Noregi, har tú kann leiga út minna helmingin av húsum tínum skattafrítt og at slík lóggáva átti at verið í Føroyum eisini. Í Føroyum kanst tú leiga út, har fyrstu kr. 24.000,- eru skattafríar, men so kemur pappírsarbeiði, ið heldur fólki frá at leiga út.

Broytt lóggáva, kallað Bústaðarpakkin, hevur verið ávegis í longri tíð. Har verður vónað lagaligari láni- og stuðulsmøguleikar og har tað eisini ber til við t.d. lutaíbúðum. At fremja hesa lóggávu skulu bæði Fíggjarmálaríðið og Almannamálaráðið snakka saman og tað tekur tíð.

Ungdómsíbúðir og lagaligar íbúðir fyri støk eigur eisini at vera ein møguleiki, har serligir lánimøguleikar - kanska sum í Noregi við lagaligum ?startláni?, gera tað møguligt, varð eisini umrøtt.

Kollegiebyggjarí er neyðugt at taka upp við heilt serligari fígging. T.d. ganga fleiri enn 210 næmingar á Tekniska skúla í Klaksvík. Bert 44 teirra hava innivist á dupultkamari á kollegie, sum hoyrir til skúlan.

So bygging av kollegie í Klaksvík, ið kann hýsa í minsta lagi 100 næmingum er einki ov nógv, tá ið hugsað verður um matvøruútbúgving, sum er í menning og sjómansskúlan, sum eisini hevur nógvar næmingar - umframt teir, sum ganga á Tekniska skúla.

Tá ið arbeiðsloysi er, kundi slík bygging verið viðvirkandi til at minka um arbeiðsloysið. Slík bygging skuldi verið gjørd eftir arkitektakappingar, so kundi góðska verið tryggjað og ávíst margfeldi í byggingini.

Eisini varð umrøtt ta lagaligu rentu, sum nú er, íð veitir ymiskar møguleikar, men tó kann rentan næstan bert væntast at fara uppeftir í framtíðini.

Umtalað varð eisini skipan av útstykkingum, har landið átti at stýra kommununum betri, so kommunurnar altíð skuldu hava nóg mikið av stykkjum til bygging í ymiskum sniði og stødd. Hetta eisini fyri at halda kostnaðarstøðið niðri, vegna nóg stórt útboð av stykkum/húsum.

Jú, hugskotini vóru nógv og sum skiltist brendu onkrir av áhoyrarunum inni við spurningum og viðmerkingum, sum tey ikki fingu høvi at koma við, hóast tað varð lagt upp til tað.

Spaniastova kann nýast til so mangt - fyrakvøldið var hon leikhús, í gjárkvøldið útvarpsstova og í kvøld, mána- og týskvøldið aftur leikhús, tá ið ?Borð á Carellu? aftur er á palli.

Skrivað hevur Dávur Winther