Persónupplýsingar: Ov lítið eftirlit

Starvsfólk á Vodafone og Føroya Tele kunnu ómakaleyst síggja hvønn vit samskifta við, og tað kann misnýtast.

Trýst á pílin undir myndini, og hoyr um tínir persónligu upplýsingar eru nóg væl vardir.

 

- Hóast greiða lóggávu, so er eftirlitið við teimum, sum arbeiða við persónsupplýsingum hjá føroyingum ikki nóg gott, sigur Niels Christian Nolsøe, ráðgevi á Leiðsluhúsinum og fyrrverandi stjóri á Elektron.

 

Taka vit telefonfeløgini fram sum dømi, vísir tað seg, at fleiri av teimum 150 starvsfólkunum hava atgongd til allar persónsupplýsingar hjá sínum brúkarum. Hesi kunnu leitað fram upplýsingar um allar brúkararnar hjá Vodafone og Føroya Tele, og síggja hvønn tey hava samskift við.

 

Í vikuskiftisblaðnum hjá Sosialinum kemur fram, at tvey fyrrverandi starvsfólk enntá viðganga, at tey hava misnýtt møguleikan at kanna fjarsamskifti hjá sínum vini ella maka.

 

Stjórarnir á stovnunum vísa á, at starvsfólkini skulu rita inn í skipanina, fyri at fáa atgongd til upplsýingarnar, og sostatt verður virksemi goymt í skipanini hjá telefyritøkunum. Men, starvsfólkini kunnu føra fram, at eigarin av telefonini sjálv ella sjálvur hevur umbiðið upplýsingarnar, og júst hesum hava hvørki Føroya Tele ella Vodafone nóg gott eftirlit við.


Við øðrum orðum, hava hvørki Føroya Tele ella Vodafone eftirlit við, um kundar hava biðið um upplýsingarnar, ella um starvsfólkini hava sneytað.

  

Í VikuskiftisSosialinum er stórt tema, har kannað verður hvørt persónsupplýsingarnir hjá føroyingum eru nóg tryggir.