Ein persónur er skotin í einari mosku í norska býnum Bærum, sum er nærindis høvuðsstaðnum Oslo. Tað skrivar norska løgreglan á Twitter seinnapartin.
Tað er ikki vist, hvørjari støðu offrið er í. Gerningsmaðurin er handtikin, og løgreglan kannar málið víðari á staðnum.
Moskan, har hetta hendi, kallast Al-Noor Islamic Centre, sum er eitt muslimskt trúarsamfelag, ið varð sett á stovn í 1983. Her verður javnan skipað fyri tiltøkum í sambandi við høgtíðir.










