Tá meirilutin í FSF-starvsnevndin seinnapartin í gjár (fríggjadagin, blðm.) kunnaði formenninar í fótbóltsfeløgunum um sína støðu í rumblinum, ið hevur verið innanhýsis í FSF síðstu dagarnar, vóru viðheft tvinnanda skjøl. Annað var eitt word-skjal við tveimum A4-síðum, ið greiddu frá sjónarmiðunum hjá meirilutanum, meðan hitt var avrit av einum brævi, stílað persónliga til FSF-forsetan, Høgna í Stórustovu.
Hetta bræv var sent við telefaksi til Fótbóltssambandið, men hóast týðiliga var tilskilað, at hetta var eitt bræv til FSF-forsetan, umframt at brævið byrjar við regluni »Dear Mr. Stórustovu,« so eingin skuldi ivast í, hvør móttakarin var, so hevði meirilutin í starvsnevndini bæði lisið og brúkt tað, áðrenn Høgni í Stórustovu sjálvur nakrantíð hevði fingið tað.
? Eg kann vátta, at tá eg eftir klokkan 18 í kvøld sá eitt avrit av brævinum, hevði tað longu í yvir tveir tímar verið til umrøðu í fjølmiðlum og var annars farið runt alt landið sum teldupostur, áðrenn tað var komið til mín kunnleika. Tað haldi eg vera ógvuliga keðiligt, sigur FSF-forsetin, Høgni í Stórustovu, ið á brævinum týðiliga er frámerktur sum einasti rætti móttakari.
At júst hetta bræv er likið út til fjølmiðlar og annars kring allar fótbólts-Føroyar, er kanska lagnunnar speisemi, tí innihaldið í tí gongur í stuttum út uppá, at UEFA treyðugt vil lata FSF-forsetanum fáa fatur á skjølum í málinum um atgongumerkjahandilin hjá FSF-aðalskrivaranum, tí vandi er fyri, at tey enda í fjølmiðlunum?









