Í seinastuni hava týskir myndugleikar lagt seg eftir at tryggja persónligar upplýsingar, sum verða viðgjørdir elektroniskt, men kortini vistu fjølmiðlarnir í gjár at siga, at ymsir persónligir upplýsingar um fleiri túsund týskarar vóru til sølu á internetinum. Ein maður, sum arbeiðir hjá einum telefonfelagi, gjørdi vart við trupoulleikan við at senda eftirlitinum persónligar upplýsingar um 17.000 týskar einstaklingar, skrivar tíðindastovan DPA.
Hetta er ikki tann fyrsta gølan av hesum slagnum í Týsklandi í ár. Í vár kom fram, at eftirlitið við persónligum upplýsingum er alt ov tilvildarligt. Fleiri halda, at týska lógin er ov lagalig, og at tað kemst av, at løgreglan vil hava atgonmgd til alskyns upplýsingar í bardaganum ímóti yvirgangi.










