Persónligir holdningar eiga ikki rúm í einari professionellari umsiting

Thomas Arabo
????????????????
Máltrupulleikar.
Fekk um dagarnar bræv frá grønlendsku umsitingini. Lukkutíð var tað ikki skrivað á grønlendskum, tí so hevði eg verið noyddur at funnið mær ein tolk, sum so skuldi havt pening fyri at umsett brævið.
Síggj í Dimmu, at her hjá okkum fáa fólk brøv sum tey sjálvi mugu fáa umsett til danskt fyri gjald hjá góðkendum umsetara. Brøvini koma frá Innlendismálaráðnum og viðvíkja einum minnilutabólki í samfelagnum, sum nokk ikki hoyrir til tey mest vælbjargaðu.
Orsøkir?
Danskt er okkara fyrsta fremmandamál, so tað duga øll rímuliga væl. Her má so vera onkur onnur forkláring uppá hesa ómenniskjaligu tápuligheitina. Eg trúgvi lítið uppá, at inn-lendismálaráðharrin brúkar eitt slíkt mál til markering av, at hann er superføroyingur. Tað er hann eitt ov gott fólk til.
So kemur spurningurin, um tað eru persónligir holdningar hjá nøkrum starvsfólkum í ráðnum, sum liggja í buktini. So er tað nokk neyðugt at vísa á, at vit hava brúk fyri einum embætisverki, íð umsitur okkara lógir væl og virðiliga við teirra vitan og ikki minst einum vilja at tæna tí fólki, ið hevur valt teir politikarar, tey eru sett at arbeiða fyri. At vit í uppihaldsloyvisumsóknum hava nøkur menniskju, ið ikki hava valrætt, vóni eg ikki hevur ávirkan!
Teir fólkavaldu skulu hava holdningar
Einasti starvsbólkur, íð stórt sæð kann arbeiða út frá tí teir halda ella út frá sínum holdningum, eru tey fólkavaldu. Og tó, heilt frí eru tey ikki - nakrar avmarkandi lógir eru, og starvsfólkasakin á Tvøroyri er eitt gott dømi um, at heilt fríar teymar hava tey ikki. Høvdu tey tað, so hevði vina og kenninga politikkur blomstrað - onkur vil siga enn meir. So vil man arbeiða út frá holdningum, so er bara at halda seg til - har eru eingi kvalifikatións krøv, og 32 jobb mitt í Havn leys í minsta lagi 4. hvørt ár.
Útlendingamál og uttanlandakunnleiki
Tað frættist, at arbeitt verður við at yvirtaka útlendingamál. Føroyska umsitingin má so blíva Innlendismálaráðið, men við hesum hugburðinum, sum ein fær varhugan av, so er væl og virðiliga settur eldur á ta brúnna, íð førir á mál.
Annars so er tað ein góður regul at halda seg til ta uppgávuna, ið ein er settur at loysa, og goyma sínar persónligu holdningar við hús. Finnbogi Ísakson eftirlýsti á umsitingarráðstevnuni herfyri, at føroyingar lærdu seg at arbeiða í diplomatinum uttanlanda. So púra samdur, tí tað kann verða ein katastrofa, um okkara umboðsfólk uttanlanda møta upp við húðaskógvaholdningum, íð ikki eru í samsvar við tann myndugleika, ið setir tey.