- Eg føldi at vit høvdu fult tamarhald á dystinum í fyrra hálvleiki, men so gera vit tríggjar mega persónligar feilir í seinna hálvleiki, sum loyva teimum at javna til 1-1 og síðani fara frá 2-1 til 4-1. Vit hildu rættiliga jólaaftan fyri teimum, sigur stóri miðverjuleikarin hjá GÍ.
Atli heldur, at tað er beiskt at tapa á handan hátt.
- Eg hevði næstan heldur vilja tapt 0-5 eftir at hava verið niðurspældir, enn at tapa upp á hendan mátan, sigur hann.
Hann iðrar seg eisini um, at teir ikki tóku av hinum báðum risamøguleikunum, sum teir fingu í byrjanini av dystinum. Tí hevði GÍ ført 3-0 í hálvleikinum í staðin fyri 1-0, hevði verið meiri ivasamt, um HB kom aftur í aftur.
Ikki tí, hann heldur, at teir báðir Hendrik og Christian spældu ógvuliga væl í fyrra hálvleiki, men eisini teir vóru við í kollektiva kollapsinum hjá gøtumonnum í seinna hálvleiki.
- Vit tosaðu um tað í hálvleikinum, at vit høvdu teir júst har, vit vildu hava teir. Men kortini er tað lítið meir enn vit nerta bóltin í seinna hálvleiki. Teir eru so mikið góðir bóltleikarar, og tá vit hartil gera so stórar persónligar feilir, so má tað ganga galið.
Atli sigur, at tað er lítið hugaligt hjá teimum at fara at venja í kvøld.
Vit hava ein beiskan smakk í munninum. Nú hava vit einki at spæla fyri meiri í ár. Hinvegin hava vit góða tíð at spæla liðið enn betur saman, og tað er hóast alt hugaligari at enda á fimta plássi heldur enn á áttanda, sigur Atli Gregersen.