Persónlig met og kravtíðir

Bogaskjóting: Trý persónlig met blivu sett um vikuskiftið og eitt úrslit var oman fyri kravtíðina at sleppa við til innandura heimsmeistarakappingina næsta ár

Tilsamans 18 skjúttar vóru við í fyrstu innandura kappingin fyri vaksin í vetur, sum var í hølunum hjá Tambum í gjár. Talan var um 10 compoundskjúttar og átta recurveskjúttar, og kappast var á 18 metra teininum.
Besta einstaka úrslitið fekk Sigrid Vang úr Ørvi, tá hon í compound innleiðandi skjeyt 561 stig, sum var eitt betur enn tey 560 stigini, ið eru kravið fyri at sleppa við til innandura heimsmeistarakappingina næsta ár. Bogaskjótisamband Føroya hevur hert krøvini, so ein skjútti minst tvær ferðir skal megna ávísa úrslitið á teininum, skal hann fáa møguleika at koma við til størri kappingar sum HM og líknandi.
Í compound endaðu annars Jógvan Niclasen úr Tambum og Hans Asbjørn Eysturdal úr Ørvi í finaluni, har tað gjørdist Jógvan, ið vann 116-112. Bronsufinalan stóð millum Magnus Andreasen og Nikkel Petersen, báðir úr Ørvi, og har vann Magnus 113-106.
Í kappingini í recurve vísti tað seg, at uttandura føroyameistarin, Bogi Højgaard úr Ørvi, stóð seg sera væl, og hann kom í finaluna saman við einum av ungu skjóttunum, Oddi Andreasen, somuleiðis úr Ørvi. Báðir skutu persónlig met í kappingini, men í finaluni hevði Bogi munin og vann 104-101. Í bronsufinaluni vann Eggaba Andreasen úr Vágaskoti 107-101 á Anniku Vang úr Ørvi.