Erna Háberg, næstforkvinna í Eldraráðnum í Tórshavn, vísir á, at ein trupulleiki er hjá borgarum, sum flyta til Havnar, ið ikki fáa heimatænastur á fullgóðan hátt.
- Ein trupulleiki, sum vit í Eldraráðnum hava møtt, er at fólk av bygd hava ógvuliga trupult at fáa heimahjálp, tá ið tey flyta til Havnar, sigur hon.
Sambært henni átti kommunan eisini at raðfest fleiri tímar til hvønn einstakan, ið hevur tørv á henni.
- Býrt tú einsamallur, so hevur tann persónliga kontaktin við tað menniskja, sum kemur inn til tín alt at siga, vísir hon á.
Fyrr í vikuni gjørdi fyrrverandi Løgtingsmaðurin, Niklái Petersen, vart við, at tænastustøðið hjá Tórshavnar Kommunu til tey eldru og óhjálpnu var undir alt lágmark.
Les eisini: Óhjálpin fáa ein tíma í heimahjálp um dagin
Síðani eldraøki varð lagt út til kommunurnar at umsita, metir Nikái ikki at kommunurnar ikki hava verið sína uppgávu búnar.










