Tíðliga í kvøld rendi ein persónbilur, sum kom oman eftir Brøttubrekku, á ein býarbuss, sum kom koyrandi niðan eftir Gundadalsvegnum í Havn. Í eystara parti av hesum vegastrekki á Gundadalsvegnum er vegarbeiði, og tí eru her serligar umstøður galdandi fyri koyrandi ferðsluna á vegnum.
Bilførarin, sum í lítla bilinum kemur oman eftir Brøttubrekku, heldur ivaleyst, at viðkomandi hevur betri pláss á vegnum, enn viðkomandi í veruleikanum hevur. Við tað, at vegarbeiði er á Gundadalsvegnum, noyðist býarbussurin at koyra úti í vinstru síðu niðaneftir.
Trupulleikin hjá føraranum í persónbilinum er, at hann hevur hávatenn, tá hann skal koyra út á Gundadalsvegin, og soleiðis hevur viðkomandi eisini treytaleysa víkiskyldu. Men, her vóru serligar umstøður galdandi, og um hetta frátekur ein part av ábyrgdini hjá føraranum á persónbilinum, fer tíðin at vísa.
Løgreglan sigur við In.fo í kvøld, at onkur, sum var í bussinum, gramdi seg um pínu, tí bussførarin bremsaði nokso harðliga, og hetta førdi til, at onkur av teimum ferðandi í bussinum hugsandi meiðslaði seg nakað. Frætt er tó ikki um álvarsligar skaðar í samband við ferðsluóhappið.
Lítli persónbilurin, sum sæst á myndini, fekk nokso stóran skaða framman, tá hann stoytti í vinstra framhorn á bussinum. Hvussu hetta málið fer at tørna út, verður ivaleyst ein avgerð, sum ákæruvaldið noyðist at taka støðu til.