Perry fremsti republikanarin

Meiningakanningar í USA benda á, at tað verður annaðhvørt Mitt Romney ella Rick Perry, sum skal bjóða Barack Obama av á forsetavalinum næsta ár. Teir báðir hava ligið javnir leingi, men nú er Perry, sum er guvernørur í Texas, farin framum.

Ein nýggj kanning hjá Gallup vísir, at 31 prosent av teimum spurdu styðja Rick Perry, og at 24 prosent styðja Mitt Romney. Á triðja plássi er Ron Paul, men hann fær bara 13 prosent í kanningini.

Í summar væntaðu fleiri eygleiðarar, at Michele Bachmann hevði góðar møguleikar at vinna uppstillingina hjá republikanarunum, men undirtøka hennara er minkað nógv í seinastuni. Tað sæst eisini aftur í kanningini hjá Gallup, tí har siga bara fimm prosent, at tey vilja hava hana at bjóða Obama av.